Heilsufótbóltur verður við Stórá aftur í heyst og vetur. Hetta er eitt sera gott høvið hjá øllum at stuttleika sær, samstundis sum ein íðkar fótbólt.
Gransking vísur, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsu-árin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum. Í Danmark eru í dag meir enn 300 feløg, sum bjóða heilsufótbólt, og tað hevur verið ein lang sólskinssøga, har luttakararnir ikki bara bøta um heilsuna, men hava eisini góða og stuttliga sosiala samveru, sigur Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Heilsufótbólturin er á skránni hvørt týs- og tórskvøld klokkan 20:00 við Stórá. Heilsufótbólturin verður skipaður av TB undir leiðslu av formanninum, Henrik Thomsen.
Bæði kvinnur og menn eru vælkomin til hesar hugnaligu løturnar við fótbólti.
G.G: Heilsufótbóltur verður bert fyriskipaður um tað viðrar.
Facebook viðmerkingar