Týskvøldið var hátíðarløta á Hotel Bakkanum, tá starvsfólk á dagstovnaøkinum hjá Vágs kommunu høvdu rundar starvsdagar.
Seks starvsfólk á dagstovnaøkinum høvdu rundar starvsdagar.
Irena Larsen hevði 25 ára starvsdag hjá Vágs kommunu og hevur Irena starvast bæði í dagrøktini og í Eikilund, har Irena nú er í starvi.
Fimm starvsfólk í Eikilund høvdu 15 ára starvsdag og eru tey: Helena Hergeirsdóttir, Kristina Larsen, og Rini Mørk, sum eru í starvi í Eikilund. Djona Suðuroy, sum er í starvi í Sóljuni, sum heldur til í Vágs Skúla, og Diana Muller, sum starvast í Frítíðarskúlanum.
Dennis Holm, borgarstjóri, handaði starvsfólkunum blómutyssi og gávu, og flutti eisini fram røðu, har borgarstjórin takkaði starvsfólkunum fyri trúgva tænastu. Borgarstjórin staðfesti samstundis, at tænastan hjá Vàgs kommunu til eina og hvørja tið er tengd at starvsfólkunum, og fegnast hann saman við restina av býráðnum um, at Vágs kommuna hevur góð og dugnalig starvsfólk á dagstovnaøkinum.
Kelda: www.vagur.fo
Facebook viðmerkingar