Føroyingar eiga helst fyrstu hópfíggjaðu kommunu í heiminum

Vágs kommuna er kanska fyrsta kommunan í heiminum, sum fær fígging á einum hópfíggingar palli. Í samstarvi við Flex Funding søkir Vágs Kommuna um 29 mill. kr. í láni á FlexFunding.FO, í sambandi við umfígging av lánum. Lánið er eitt sokallað standandi lán -avdráttarfrítt í trý ár –við eini fastarirentu alt tíðarskeiðið á 0,60% p.a.

Í Vágs Kommunu búgva 1.343 fólk -550 húskir -og Dennis Holm, borgarstjóri, roknar við, at tað er møguligt at kommunan fær fíggja stórsta partin av láninum í nærumhvørvinum: “Vit hava eina stolta siðvenju um, at fíggja verkætlarnir í felag. Vit hava t.d. savnað pening til bygging av einari svimjihøll við 50 m hyli. Orsøkin var, at vit høvdu ein svimjara, ið skuldi luttaka á OL. Tí ivist eg ikki í, at borgararnir síggja tað sum nakað positivt, at luttaka í fíggingini av tí dagligarakstrinum hjá kommununi.”–sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Fasta rentan á láninum er 0,60% p.a. sum kommunan rindar, meðan lángevararnir fáa eina fasta rentu netto á 0,45% p.a. Munurin á 0,15% stig er kostnaður til Flex Funding pallin.

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Lünell Bruhn, mælir eisini sínum kundumog øllum øðrum til at luttaka í umfíggingini av kommununi.“Vanliga fært tú ongarentu fyri títt innlán í einum pengingatovni og hóast ein bara fær 0,45 pct. so er tað áhugavert, tí ongin váði er í at lána til kommunur. Lán til kommunur verða av mynduleikunum mett at verðauttan váða, og møguleikin at fáa eina garanteraða rentu á 0,45% p.a.í trý ár, kann lokka bæði stórar og eisini útlendskar íleggjarar”,sigur Søren L. Bruhn.

Nærri kunning um lánið fært tú inni á FLEXFUNDING.FO –fyritreyt er,at tú hevur stovnað tær ein brúkara og innritar –tað er lætt og ómakaleyst.

Kundi tú hugsað tær at verið við til at fíggja lánið til Vágs Kommunu, og harvið fáa 0,45% p.a. yvir trý ár í fastari rentu? Fyri at kunna verða við til at fíggja lánið, stovna tær eina kontu inni á FLEXFUNDING.FO við at velja ‘Gerst kundi’. Tá ið kontan er stovnað og góðkend, flytir tú pening inn á kontuna, og so kanst tú bjóða uppá lánið tá ið uppboðssølan byrjar týsdagin 18. Desember 2018 kl. 11.00. Uppboðssølan er eftir leistinum ‘fyrstur bjóðar, fyrstur fær’.

 

Tíðindaskriv frá Suðuroyar Sparikassa

Facebook viðmerkingar