Fíggjarlógin: Víkingaskipið á Fíggjarlógina

Í fleiri ár hava eldsálir í Hovi arbeitt við stórslidnari ætlan um at byggja víkingaskip í Hovi. Umframt víkingaskip, fevnir ætlanin eisini um at gera neyst til skipið.

Sum skilst er ætlanin komin somikið áleiðis at klárt er at fara undir byggja eina modell av tí stóra víkingaskipinum.

Í álitinum frá Fíggjarnevndini ynskti samgongumeirilutin í Fíggjarnevndini at seta Víkingaskipið í Hovi á Fíggjarlógina – og eru nú játtaðar 150.000 kr., soleiðis at hendan spennandi ætlanin kann fara ígongd.

Facebook viðmerkingar