Sáttmáli um nýggjan Hvalbiartunnil undirskrivaður

Verkætlanin viðvíkjandi tunlinum til Hvalbiar við tilhoyrandi vegagerð, er nú komin so væl áleiðis, at sáttmáli er undirskrivaður. Hetta hendi í morgun, tá virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, skrivaðu undir arbeiðstakarasáttmála um gerð av tunli og tilkoyringarvegum. Eisini var Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hjástaddur, tá ið undirskrivað varð. Sostatt er tað skjótt klárt at fara undir nýggju farleiðina til Hvalbiar, ið fevnir um bæði tunnil og vegagerð.

Trý feløg vóru undangóðkend at bjóða upp á hesa verkætlan, og lægsta tilboðið átti Articon, sum vilja gera nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág fyri 236 mió. krónur. Tekniskur ráðgevi er Landsbyggifelagið. Hinar fyritøkurnar, sum vóru undangóðkendar, vóru J&K Petersen og NCC.

Kunnandi fundur um nýggju farleiðina til Hvalbiar var suðuri í Salt sunnudagin í farnu viku, har Landsverk greiddi frá tilmældu linjuføringini og eisini nýtti høvi at lýsa fyrimunir og vansar við alternativu linjuføringini.

Avgerð er nú tikin um at halda fast í  linjuføringini, ið kommunurnar og Landsverk leingi hava arbeitt við. Onkrar tillagingar verða møguliga gjørdar, soleiðis at hædd verður tikið fyri teimum viðmerkingum um veður og vind, sum staðkend eru komin við.

Nýggi tunnilin verður sostatt framvegis gjørdur frá undir Gjánhamrum í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg tætt við brúnna um Kjógvavatn.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur, at hann er sera fegin um, at sáttmálin um nýggjan Hvalbiartunnil er undirskrivaður, og samstundis ynskir hann Landsverki og Articon alt tað besta við arbeiðinum og samstarvinum.

Sambært stjóranum í Articon, Jón Sigurdsson, byrjar arbeiðið beinanvegin.

Fakta um nýggja Hvalbiartunnilin

Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin Trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og Hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.

Fakta um verandi Hvalbiartunnil

Hvalbiartunnilin, sum varð tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin.

Facebook viðmerkingar