ÍSF 80 ár: Móttøka og framsýning


Tórsdagin 4. apríl verður Ítróttasamband Føroya 80 ár.

Í tí sambandi skipar ÍSF fyri almennari móttøku í Smæruni kl. 16.00, har fyrrverandi ÍSF-forsetar fara at hugleiða um avgerandi hendingar í søguni hjá ÍSF. Við á móttøkuni verða eisini m.a. løgmaður og landsstýrismaðurin við ítróttamálum.

Hósdagin letur eisini framsýning upp í SMS um søguna hjá ÍSF og oyggjaleikirnar. Framsýningin verður opin til 13. apríl.

Leygardagin 6. apríl fara ítróttafeløg kring landið at skipa fyri tiltøkum í sambandi við 80 ára dagin. Higartil hava 40 feløg boðað frá, at tey hava opið hús. Á heimasíðuni www.isf.fo er yvirlit yvir tiltøkini.

Fyrsti formaðurin í ÍSF var Poul E. Petersen, lærari og ítróttaráðgevi. Hann var maðurin, sum tók stig til at savna fólk til ein fyrireikandi fund á Sjómansheiminum 16. august í 1938, har lógarreglur fyri ÍSF vórðu góðkendar.

Tann 4. apríl í 1939 var so stovnandi aðalfundur sama stað. Sjey feløg vóru vóru við á stovnandi aðalfundinum, HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB. Í dag eru fleiri enn 120 feløg limir í sersambondunum í ÍSF.

Facebook viðmerkingar