Tað hevur leingi verið tørvur á skaðastovu til fólk við sálarligum avbjóðingum. Í nýggju sálarheilsuætlanini er lagt upp til, at verandi skaðastova verður styrkt til at umfata allar sjuklingar. Hetta fyri at avstigmatisera, og at geva sálarheilsuni somu rúmd sum likamligu heilsuna. Eg havi biðið um ítøkiligt tilmæli um hvussu hetta kann skipast og gleði meg at frætta aftur, sigur Sirið Stenberg.
So hetta átakið verður enn eitt stig at menna psykiatriina og salarheilsuna sum heild. Og tað er bæði gleðiligt og neyðugt, sigur Sirið Stenberg.
Facebook viðmerkingar