Strandfaraskip Landsins (SSL) ætla ikki at fara í nakra kapping við privatar veitarar. -Hetta er meiri at samanbera við dekkið á Sam ella dekkið á Teistanum, har SSL “forlongir” asfaltið og skapar møguleika fyri einum framhaldi av vegakervinum – og tað er eisini tað vit hugsa um Skotlandsrutuna, segði Hilmar Eliasen, stjóri á SSL, á Flokstinginum hjá Tjóðveldi leygardagin.
Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur í dag sent út tíðindaskriv, har reiðarafelagið sigur seg verða hart ímóti, at SSL fer at sigla til Skotlands.
Á Flokstinginum hjá Tjóðveldi leygardagin umrøddi Hilmar Eliasen eisini hesi viðurskifti, og segði, at ætlanin hjá SSL var ikki at fara í nakra kapping við privatar veitarar, men heldur hinvegin at geva privatum veitarum ein nýggja møguleika. Pláss er fyri 25 trailarum á dekkinum á Galaxy
Strandferðslustjórin greiddi eisini frá, at umframt høvuðsbakgrundina – at fáa betri váðastýring av Suðuroyarleiðini við eyka skipið fyri Smyril – so er tankin eisin, at Skotlandsrutan skal geva betri samband úr Suðuroynni og út í heim og ikki minst geva fleiri ferðafólkum møguleikan at koma til Suðuroyar.
Galaxy tekur 357 ferðafólk og hevur 410 koyggjur, sum eru flokkaðir í 3 ymiskar flokkar av kømrum.
Lesið eisini:
Facebook viðmerkingar