Voluntouristar gera gøtu niðan til kikaran á Eggjunum

Vágs kommuna: Fólk frá tekniska toyminum hjá Vágs kommunu gjørdu í farnu viku økið uppi á Eggjunum og settu upp kikara – og í næstu viku koma Voluntouristar, sum koma til Føroyar í samband við átakið hjá Visit Faroe Islands, at gera gøtuna niðan til kikaran á Eggjunum.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við ætlan um at seta upp kikara uppi á Eggjunum. Í samstarvi millum Vágs kommunu, Visit Faroe Islands, Suðuroyar Ferðavinnufelag og privatir stuðlar er hetta nú komið í lag, soleiðis at ein inngyrdur pallur er gjørdur og kikarin settur upp uppi á Eggjunum.

Eggjarnar eru millum allarmest vitjaðu støð í Suðuroynni og lítið er at ivast í, at nýggi kikarin fer at draga enn fleiri fólk til sín. Vegurin niðan á Eggjarnar er tó nakað slitin og av somu orsøk verður í komandi viku farið undir at gera ábøtur á vegin.

Tað er tekniska toymið hjá Vágs kommunu, sum hevur staðið fyri at gera innigyrda pallin og at seta upp kikarin á Eggjunum.

Voluntouristar gera gøtuna lidna
Ein partur av arbeiðinum restar tó í, tí ein gøta skal gerast frá vegnum niðan til kikaran. Hetta arbeiðið koma 10 voluntouristar at gera leygardagin 27. apríl.

Leygardagin 27. apríl er eisini ruddingardagur í Vági og koma Voluntouristarnir at eta morgunmat saman við bygdarfólkinum í Garðslon í Vági, har tey eisini fara at fáa sær súpan á middegi.

Voluntouristarnir fara til Havnar við tyrlini hjá Atlantsflog seinnapartin leygardagin.

Fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar