So eru voluntouristarnir, ferðafólkini, sum hava meldað seg sum sjálvboðinat gera gøtur og annað kring landið hetta vikuskifti komin til Suðuroyar.
Tey vóru sera spent og gleddu seg at sleppa ígongd, sjálvt um tað er rættuliga vátt í dag. Frá Australia til Noreg komu tey.
Í dag er tað Hvannhagi, her verður gøtan merkt við prestum, skelti verður sett upp og bøtt verður um gøtuna í støðum. Somuleiðis verður portur og grótgarður settur í stand.
Í morgin gongur leiðin niðan á Eggjarnar í Vági.
Mynd: Lasse Jensen
Facebook viðmerkingar