Georg Stage á Vági

Seinastu dagarnir hevur skúlaskipið Georg Stage ligið á Vágsfjørði og nú seinnapartin legði Georg Stage leiðina inn á Vág.

Georg Stage er heimsins elsta skúlaskip og hevur síðani 1882 virka sum skúlaskip. Fyrsta skipið sigldi til 1934, tá nýtt skip varð bygt. Nógvir føroyingar hava gjøgnum árini verið við skúlaskipinum Georg Stage, eisini nógvir ungdómar úr Vági.

Myndirnar tók Niels Jacob Eysturberg.

Facebook viðmerkingar