Kathrina og John vunnu 13. umfar í sjavs

13. umfar í sjavs varð spælt í farnu viku og vinnararnir vóru Kathrina Borgardal og John Nilssen.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 4 stig hvør
Nr. 2. Magni Augustinnussen og Thomar Hermanssen, 3 stig hvør
Nr. 3. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 2 stig hvør
Nr. 4. Emly Poulsen og Jónbjørg Ziskasen, 1 stig hvør.

Spæla í Húsinum við Á í Porkeri tórskvøldið
Næsta sjavskapping verður tórskvøldið 2. mai kl. 18.30, hesaferð verður spælt í Húsinum við Á í Porkeri.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar