– Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum varða av, tí onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum í veruleikanum skuldi venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa eitt nú dagføringar av Føroyakortinum gjørdar, segði Sirið Stenberg millum annað í røðu síni í morgun, tá yvirtøkan av kortmyndugleikanum var hátíðarhildin.
Føroyar vórðu 1. apríl myndugleiki á økinum, sum fevnir um kortagerð, men eisini um at tryggja samfelagnum álítandi og dagførdar upplýsingar, eitt nú til GPS-arar og aðra staðsetingartøkni. Umhvørvisstovan umsitur og hevur myndugleikan á økinum.
Seinasta útgávan av Føroyakortinum, gjørd undir danskari ábyrgd, er talgild, og tað merkir, at nógv fleiri møguleikar eru hjá øllum, ikki bara myndugleikum, at nýta neyvar grunddátur at gera kort til síni egnu endamál. Kortdáturnar eru nevniliga leysgivnar til øll at nýta.
– Kortmyndugleikin og nýggja, digitala føroyakortið passa sum fótur í hosu í samstarvi okkara við Talgildu Føroyar og lut okkara sum grundardátuveitari í stóru, týdningarmiklu verkætlanini, segði Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni á samkomuni í morgun.
Í næstum fara Umhvørvisstovan og Talgildu Føroyar at lansera nýggja heimasíðu og nýggj amboð til at taka niður dátur og kort og gera egnar samansetingar.
Ábyrgdin fyri landkortum er yvirtikin, men sjókort koma afturat 1. januar. Hetta er heilt nýtt arbeiðsøki í Føroyum.
– Eg kenni meg púra trygga og sannførda um, at vit megna hesa uppgávu til fulnar. Eg haldi ikki, at vit enn hava uppdagað, hvussu nógv liggur í yvirtøkuni av sjókortøkinum, men tað fara vit at varnast í komandi tíðum, segði Sirið Stenberg, sum væntar, at yvirtøkan fer at skapa vitanaruppbygging og nýggj, førleikamennandi størv.
– Við ábyrgdini búgvast vit, segði landsstýriskvinnan.
Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast niðanfyri.
—
Góðu tit øll
Hjartaliga vælkomin til hesa fagnaðarløtu, nú vit hátíðarhalda, at kortmyndugleikin er komin á føroyskar hendur.
“Lítið yvir Føroya land
Gloymið ikki minsta blettin”
Hans Andreas Djurhuus yrkti sangin fyri skjótt 100 árum síðan. Vit kenna øll sangin og vøkru lýsingina av landinum. Yrkingin lýsir landakortið í skaldskapi. Í ár hátíðarhalda vit eisini, at Merkið verður 100 ár. Tíðarrenningin hjá kortinum á føroyskum hondum byrjar nú, 100 ár aftan á. Í dag bróta vit upp úr nýggjum og laga nýggjar varðar.
Tað er gleðiligt, at Føroya Løgting samtykti at yvirtaka bæði land og sjókortini. Í dag hátíðarhalda vit landkortið, tí sjókortið kemur formelt á føroyskar hendur 1. jan. 2020. So yvirtøkan er tvídeild, men samlaði pakkin er samtyktur.
Tað var eisini hugaligt, at tað bar til at fáa hesa yvirtøku framda, hóast hon ikki var við í samgonguskjalinum.
Tað er nakað serligt við bæði land- og sjókortum. Tey staðfesta, hvat okkara land fevnir um. Og tey vísa, hvar landamørkini mótvegis grannalondum eru.
Søguliga hava kortini eisini ofta verið samantvinna við valdi, tí mong av heimsins ósemjum og kríggjum hava snúð seg júst um landamørk, og hvar hesi ganga. Tí síggja vit eisini søguliga, at landmátarar og kortteknarar altíð vóru frammarlaga í liðinum hjá ”kongsins” monnum og luttóku á øllum landnámsferðum.
Mongu søguligu ferðirnar at finna upp nýggjar siglingarleiðir og lond hava eisini havt sum eitt av endamálunum at kortleggja heimin, og meira enn so at leggja øki inn undir seg.
Eins og tað ígjøgnum øldir hevur skapt órógv, hvar landamørk eru millum lond, so rokni eg við, at flest okkara hava upplivað, at økismørkini eisini kunni gera seg galdandi millum hús, millum býlingar og millum bygdir. So hetta við kortum og territorium stingum ógvuliga djúpt.
Yvirtøkan av kort- og landmátingarøkinum merkir, at frameftir verða tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á kort- og landmátingarøkinum. Saman við yvirtøkuni fáa vit eisini dagførd talgild kort.
Endamálið er eisini at leysgeva føroysk talgild landafrøðilig kortdata, soleiðis at hesi frítt kunnu gagnnýtast av øllum- almennum sum privatum.
Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er eftir mínum tykki ein týdningarmikil yvirtøka. Hetta er tíðandi partur av bæði tjóðarbyggingini og okkara samleika. Somuleiðis eru kortdáturnar partur av okkara grunddátum og hava stóran týdning fyri eitt nú arbeiðið hjá bæði kommunum, stovnum og fyri fólkið sum heild. Kortdáturnar eru týðandi partur av talgildingini av samfelagnum.
Við yvirtøkuni taka vit ábyrgd. Tað er hetta, politikkur snýr seg um. At taka ábyrgd av landi og fólki, og hendan ábyrgd fer at menna okkum sum samfelag. Frameftir vera tað vit, sum skulu taka støðu í øllum hesum málsøkjum. Nú er ábyrgdin og støðutakanin okkara. Nú kunnu vit ikki renna undan og vísa til, at hetta hava vit onga meining um, tí at hetta er danskt málsøki. Júst hetta kemur at búgva okkum sum tjóð. Við ábyrgdini búgvast vit, og vitið hvessist.
Eg síggi fyri mær, at yvirtøkan fer at skapa vitanaruppbygging í Føroyum og skapar nýggj førleikamennandi størv. Soleiðis búgvast vit eisini sum samfelag.
Staðseting gerst eisini ein alt meira týðandi partur av gerandisdegnum. Gps verður alt meira avgerandi fyri ymisk viðurskifti, sum t.d. stýring, automatisering, bjargingartænastur, lokaliseringstænastur og náttúrueftiransan o.ø. Dagliga síggja vit okkara ungdóm kunna um á facebook ella øðrum talgildum pallum, hvar tey eru stødd.
Vísind um staðseting, nevnd geodesi, er eisini av ST sett á skrá sum týðandi fyri allar tjóðir at leggja dent á. Yvirtøkan gevur okkum atgongd til at sita við borðið í altjóða høpi og eigur eisini at hava í sær víðkaðar møguleikar fyri bæði vinnulív og okkara mentan.
Taka vit til dømis staðarnøvnini, sum hava alstóran týdning bæði søguliga, mentanarliga og fyri okkara samleika og mál, so kemur yvirtøkan av kortmyndugleikanum vónandi at hava við sær stórar menningarmøguleikar. Tað verður spennandi at fylgja tí gongdini.
Mong hava roynt at lýsa, hvussu Føroyar taka seg út á heimskortinum. Í Glataðu spælimonnunum lýsir William Heinesen Føroyar, sum eitt sandskorn á gólvinum í eini veitsluhøll. Síðan lýsir hann, hvussu man við at hyggja nærri at sandskorninum gjøgnum eitt lesiglas sær ein heilan heim av fjøllum og dølum; av firðum og sundum, av fólkum og húsum. Og soleiðis er. Ein stórur heimum fyri okkum, hóast lítil blettur á heimskortinum.
Vit siga altíð, at vit eru eitt so lítið land. Men taka vit alt sjóumveldið við, so eru vit ikki so lítil kortini. Vit skula hava í huga, at Føroyar er nr. 65 í stødd í heimshøpi.
Tí er tað ikki at undirmeta týdningin av yvirtøkuni av sjókortøkinum. Eg haldi ikki, at vit enn hava lagt merki til, hvussu nógv liggur í hesum, men tað fara vit at varnast í komandi tíðum.
Kortini eru nógv broytt gjøgnum tíðirnar. Hyggja vit eftir teimum elstu kortunum, so eru tey óneyv, og mangan er trupult at finna Føroyar. Tó hava tey onnur virði. Korttekning er eitt kynstur, sum er broytt gjøgnum tíðirna. So hvørt sum vísindin hevur ment seg, eru kortini ment. Eisini hevur verið víst á, at so hvørt sum kortini gjørdist betri, tók skaldskapurin yvir, og fólk fóru at geva landinum ans og lýsa landið m.ø. í yrkingum.
Tað er ein sera góð kensla, nú vit loksins eru komin hagar, at økið er yvirtikið, og Umhøvrvisstovan formelt fær ræði at umsita økið. Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum vara av økinum. Onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum í veruleikanum mátti venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa millum annað dagføringar av Føroyakortinum gjørdar og mangt annað.
Fyri meg snýr tað seg eisini um, at vit sum land sjálvi taka ábyrgd. Eg kenni meg púra tryggan við og sannførdan um, at vit megna hesa uppgávu til fulnar. Vit hava royndir við landkortum. Tá ið tað kemur til sjókortini skulu vit til at byggja egnar førleikar upp, og tað fara vit sjálvsagt eisini at megna. Søgan kemur í hesum, eins og øllum øðrum, vit hava tikið ábyrgd av, at prógva tað. Vit hava ábyrgdarfull og góð starvsfólk, sum leggja alla orku í at gera eitt dygdargott arbeiði.
Hans Andreas Djurhuus hevði kanska tann besta setningin í sanginum “Lítið yvir Føroya land”.
“Um vit eru fá og smá,
kunna mið tó gerast há”
Hetta skulu vit hava fyri eyga. Vit mugu seta okkum høg mál, tí tað er tað, sum mennir okkum.
Hjartans tøkk tit øll, sum hava gjørt yvirtøkuna møguliga. Fólkini í Heilsu- og innlendismálaráðnum við Hilmar H’genni og Jónas Tór Næs á odda, Petur Nielsen og starvsfólk á Umhvørvisstovuni. Eisini fólk úr øðrum stjórnarráðum, tí hetta er eitt øki, sum fevnir breitt. Takk til løgtingsnevndirnar fyri góða viðgerð og Løgtingið fyri samtyktina. Tit hava skrivað søgu, og til lukku til okkum øll við hesum bragdinum.
Enn einaferð ynski eg okkum øllum hjartaliga tillukku við yvirtøkuni, og av hjarta ynski eg tykkum á Umhvørvisstovuni góða eydnu og Harrans signing við nýggju arbeiðsuppgávuni, tit nú fáa litið upp í hendur, og handi eg tað trygt yvir til tín Petur.
Takk fyri
Facebook viðmerkingar