Leygardagsskráin á Dansibandsfestivalinum er spennandi og fjøltáttað og byrjar kl. 10 og hildið verður áfram allan dag in og út á náttina.
Skráin leygardagin 4. mai 2019
Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki frá Tríkantinum á Sandinum niðaneftir Trælagøtu og niðan á Eggjarnar. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 11.00-13.00 Dansibands-brunsh í Vágs Høll. Kostnaður 100 kr. fyri vaksin, 50 kr. fyri børn. Dansibands-brunsh er íroknað vikuskiftispassinum. Øll hjartaliga vælkomin.
Kl. 15.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll Anne Mette Greve Klemensen, presti.
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Grillaðir oksafillet, ovnbakaði petit eplir og rótfrukt, salatir og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 23.30 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia og (NO) og Sunrise (FO). Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 04.00 Dansurin endar.
Facebook viðmerkingar