Kommunan ognaði sær økið í 2016, síðani er útgrivi og planera, hartil er betongarbeiðið liðugt.
Á bygdarráðsfundinum sum var hildin 05. Mai 2019, vóru góðar 1,7 milliónir krónur játtaðar til keyp av útgerðini og fall-undirlagiðinum.
Harafturat skulu ljósmastrar setast upp, fall-undirlag leggjast omaná og kantsteinar og asfalt rundanum.
Nýggja spæliplássið verður 600 fermetrar til støddar, og verður tað fyritøkan Innspark saman við
Eyðstein Jacobsen, sum koma at standa fyri arbeiðinum.
Parkeringsplássið verður góðar 200 fermetrar, og fríøki góðar 100 fermetrar, har borð og beinkir verða uppsettir.
Samlaði kostnaðurin er mettur til 2,5 milliónir krónur.
– Sum borgarstjóri fegnist eg um, at vit nú hava samtykt at játta pening til liðuggerðina av spæliplássunum í Sumba, og vóni eg at øki stendur liðugt í summar, sigur Eyðbjørn Thomsen.
Á myndunum á heimasíðuni www.sumba.fo sæst ein lýsing av, hvat verður á nýggja spæliplássunum.
Facebook viðmerkingar