Seinastu árini er fólkatalið í Suðuroynni støðugt minkað, ein gongd sum hevur verið skeiva vegin í longri tíð. Seinasta árið er fólkatalið stabiliserað og fer heilt spakuliga rætta vegin.
Sambært Hagstovu Føroya búðu tað 1. apríl 2019 4.611 fólk í Suðuroynni og er hetta 6 fleiri enn 1. apríl 2018. Vøksturin er orsaka av tilflyting, tí burðaravlopið (fødd minus deyð) var negativt við 6 í 12 mánaðarskeiðinum frá 1. apríl 2018 til 1. apríl 2019.
Greinin heldur áfram undir myndini
Verður hugt eftir gongdini í kommununum í Suðuroynni, so vaks fólkatalið í øllum kommununum, uttan í Vágs kommunu, har fólkatalið minkaði við 26 í nevnda tíðarskeiði. Lutfalsligi størsti vøksturin er í Fámjins kommunu, har fólkatalið vaks við 3,8%.
Verður hugt eftir gongdini seinastu árini, so búðu tað 1. apríl 2013 4.662 fólk í Suðuroynni, ella 51 fleiri enn í dag.
Hóast talan bara er um 6 ár, so er gongdin eisini rættiliga ymisk í ymisku kommununum. Í nøkrum kommunum er fólkatalið vaksið seinastu 6 árini, í øðrum stendur tað í stað, men fólkatalið er minkað í nøkrum kommunum. Sí eisini myndina niðanfyri.
Facebook viðmerkingar