Suðuroyar Sparikassi nøgdur eftir regluliga vitjan av Fíggjareftirlitinum

Á regluligum eftirliti í juni í ár kannaði Fíggjareftirlitið øll høvuðsøkini hjá Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi er nøgdur við, at Fíggjareftirlitið undirstrikar, at útlánini hjá Suðuroyar Sparikassa eru trygg, tí flestu útlánini hjá Suðuroyar Sparikassa hava trygd í 1. veðrætti í sethúsum. Og Suðuroyar Sparikassi hevur eitt nú økt um sín marknaðarpart í Tórshavn. 

Suðuroyar Sparikassi er eisini nøgdur við, at Fíggjareftirlitið ikki hevði viðmerkingar til uppgjørda solvenstørvin. 

Fíggjareftirlitið kravdi, at Suðuroyar Sparikassi skuldi niðurskriva 0,1% av samlaðu útlánunum. Suðuroyar Sparikassi framdi longu niðurskrivingarnar í 2. ársfjórðingi 2017. Hetta vísir, at Suðuroyar Sparikassi hevur eina varna kredittstrategi, sum er í samsvari við visjónina hjá Suðuroyar Sparikassa um at vera ein tryggur peningarstovnur. 

Suðuroyar Sparikassi tekur boðini frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og hevur longu avgreitt tey. Suðuroyar Sparikassi arbeiðir samstundis alla tíðina við at betra um sínar mannagongdir. 

Fíggjareftirlitið gjørdi vart við, at Suðuroyar Sparikassi hevur ein lágan grundrakstur. Orsøkirnar til lága grundraksturin eru m.a. tey tryggu útlánini við lægri rentu, og tann harða  kappingin í Føroyum, sum í verandi støðu er í andsøgn við politiska lógarkravið um eyka bjálving av føroysku peningastovnunum. 

Suðuroyar Sparikassi hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at betra um grundraksturin, fyri framhaldandi at vera ein sterkur peningastovnur. 

Frágreiðingin frá regluligu vitjanini hjá Fíggjareftirlitinum í Suðuroyar Sparikassa í juni 2017 er tøk á heimasíðuni ss.fo.

Facebook viðmerkingar