Týska kvinnan sum leitað hevur verið eftir í Sandvík í kvøld er funnin aftur – í Havn. Eini 45 fólk hava leitað eftir kvinnuni í Sandvík í kvøld, men nú er kvinnan so funnin aftur í Havn.
Sum skilst fór kvinnan norður við tyrluni í dag og tískil kom hon ikki aftur til bussin hjá Bygdaleiðum, sum ætlað.
Stóra leitingin í kvøld var sostatt sett í gongd uttan orsøk, og verður hetta neyvan seinastu ferð at leiting verður sett ígongd eftir ferðafólki í føroysku náttúruni.
Facebook viðmerkingar