Í kvøld varð sett í verk stór leiting eftir týskari kvinnu, sum var farin í hagan í Sandvík og ikki kom aftur til eina avtalu við bussføraran um avheinting.
Tað vísti seg, at kvinna var farin norður við tyrluni, uttan at siga bussføraranum frá, og tá kvinnan ikki kom til bussin, varð leiting sett ígongd.
Fólk frá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag og Suðuroyar syðra Bjargingarfelag, tilsamans eini 45 fólk, vóru við í leitingini. Harumframt var tyrlan hjá Atlantsflog eisini við í leitingini.
Økta talið av útlendskum ferðafólkum, sum av sínum eintingum, uttan ferðaleiðara fara út í náttúruna, burtur í haga og niðan á fjøll, fara helst at føra við sær vaksandi tal av leitingum. Men tá talan gerst um leitingar, sum í veruleikanum eru óneyðugar, so er spurningurin um tað ikki eigur at verða gjørdar mannagongdir, har allir møguleikar (t.d. at kanna um kvinnan var farin við tyrluni ella Smyrli) verða kannaðir áðrenn stórar leitingar verða settar í verk, vístu menn á í kvøld, eftir at leitingin var avblást.
Myndirnar tók Rúni Thomsen.
Facebook viðmerkingar