Í kvøld eru tey farin at leita eftir eini týskari kvinnu, sum er farin í hagan við Sandvík, men sum ikki er komin afturíaftur.
Týska kvinnan kom suður við Smyrli í morgun og fór við Bygdaleiðum til Sandvíkar, har hon ætlaði sær í Rituskor. Kvinnan avtalaði eisini við bussføraran at koma eftir sær aftur, men tá ið bussurin kom var eingin kvinna at síggja.
Boð fóru til løgregluna og síðani var farið at leita. Tað var nakað av mjørka, tá ið hon fór til gongu, men nú er klárnað aftur og tí er tyrlan eisini boðsend.
Kvinnan er týsk, hon er høg og klænvaksin, og um 20 ára gomul. Hon er í turkisfarvaðari, ella grønbláari, húgvu, myrkum buksum, myrkum jakka við onkrum brúnum á, og í gongustivlum, ella hiking-stivlum.
Løgreglan sigur, at veit nakar um kvinnuna at siga, eru tey vælkomin at siga frá.
Facebook viðmerkingar