Mangt & Hvat letur í dag upp handil í hølunum har Karl Jespersen var áður, á Tvørávegi 29.
Tað verður við sama stóra úrvalinum sum í Vági, so sum búnýti, jólapynt, leikur og gávulutir, ur og klokkur, lampur og rammur, máling og gólv, amboð og mangt annað.
Mangt & Hvat samstarvar við Vøruhúsið á Hjalla, soleiðis at tilboðsbløð frá teimum eisini eru galdandi í handlunum í Suðuroy.
Eisini er ymisk vøra úr Skotlandi til keyps, sum ikki er at fáa aðrastaðni. Ein fjølbroyttur handil, har lurtað verður eftir ynskjum frá kundunum. Hevur ein kundi spurt um eitthvørt, eru líkindini góð fyri, at onkur spyr um tað sama aftur skjótt. Tí verður roynt at fáa fatur á hesum sum skjótast.
So nú verður styttri hjá teimum í norðaru halvt av Oynni at fara til Mangt & Hvat.
Facebook viðmerkingar