Tann 19 juni kl 19 fer CommIT at hava tað fyrsta av einari røð av íverksetarakvøldum í SALT.
Evnið hesaferð verður stuðulsmøguleikar og vinnuligar fíggingarmøguleikar. Í panelinum verða umboð fyri Visit Faroe Islands, Vinnuframa og Suðuroyar Sparikassa.
Endamálið er at hjálpa teimum, sum hava hug at starvast í ferðavinnuni, teimum sum eru áhugað í at stovna egna fyritøku í ferðavinnuni, teimum sum eru í vinnuni men hava brúk fyri íblástur at vaksa um sína fyritøku, teimum sum tørva íblástur til at seta rættan prís á sínar vørur og tænastur og teimum, sum hava hugsa tankan um egna fyritøku men enn ikki eru komin víðari.
Evniskvøldini eru ein innleiðing í ferðavinnuna og gevur áhoyrarunum eina góða fatan av ymisku tættunum at íverkseta, og amboð at virka við egnari fyritøku og saman við øðrum.
Tilmelding á commit@commit.fo
Evniskvøldini eru ókeypis.
Facebook viðmerkingar