Loysn funnin á málinum um raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins

Samferðslumálaráðið og Strandfaraskip Landsins hava í dag funnið eina loysn á málinum um raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins.

Loysnin merkir, at verandi túratal á Oyggjaleiðum verður óbroytt, men gjørdar verða smáar tillagingar í prísásetingini.

Fyri Bygdaleiðir merkir loysnin, at ein ávís tillaging verður í virkseminum.

Sum nakað nýtt fara fastbúgvandi fólk á útoyggj nú at sleppa undan at gjalda fyri at ferðast. Útoyggjar í hesum sambandi eru Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Koltur, Hestur og Mykines.

Miðað verður eftir, at loysnin kemur í gildi tann 1. juli 2019.

Facebook viðmerkingar