Frelsunarherurin ynskir at varpa ljós á hugtakið ”Rúsfríður dagur”.
Frelsunarherurin er ein Kristiligur felagsskapur, sum arbeiðir m.a við menniskjum sum hava trupuleikar av rúsdrekka og vilja vit tí nýta henda dag, fyri at vísa samhuga við teimum børnum og vaksnum ið líða, orsakað av rúsandi evnum.
Vit koma at verða tilstaðar á p-økinum ímillum Býarsavni og Bónus, leygardagin frá kl.16-20. Vit koma at bjóða ókeypis leskidrykkir úr sodavatni, pynta við frukt v.m. Vit koma samstundis at verða tilstaðar til prát og bjóða faladarar út.
Verið vælkomin at leggja leiðina framvið hjá okkum.
Vit vilja eisini nýta høvi at takka Torginum í Vági og Føroya Bjór, fyri góðan stuðul.
Eina góða Jóansøku, ynskist tykkum øllum.
Heilsan Frelsunarherurin
”Suppa, sápa, frelsa” síðani 1865
Facebook viðmerkingar