Fríggjadagurin á jóansøku

Fríggjadagur er og hóast høvuðsdagurin á jóansøku er í morgin, so er ein ørgrynna av tiltøkum á skránni í dag. 

Í dag letur Café Sloyfan upp í millumbygninginum millum Tvøroyrar Handverkarafelag og Colorama. Hetta er ein familjucafé, við spælikróki til børnini, so til ber hjá foreldrunum at seta seg niður eina løtu, njóta ein góðan kaffimunn og afturvið, meðan børnini hugna sær í spælikrókinum.

Í dag er eisini havsvimjing á skránni, ið SuSvim skipar fyri. Svomið verður frá havnarlagnum við SALT og yvir á dráttin við Tvørakei. Teinurin er uml. 1 kilometur og veður, streymur og kappingarvilji fara at gera sítt til, at svimjararnir verða útlúgvaðir tá teir koma í land. Stuttligt er altíð hjá teimum tá fólk taka ímóti teimum, so vónandi verða fólk til staðar á havnarlagnum.

Kl. 17:30 fara sløkkiliðini og bjargingarfeløgini í oynni at kappast ímóti hvørjum øðrum í tí, tey kalla spulidystur. Brandslangurnar verða riggaðar til, bóltur lagdur til rættis og so skal bólturin spulast í mál hjá mótpartinum. Hetta gongur fyri seg á havnarlagnum, beint undir parkeringsøkinum millum Tvøroyrar Bygda- og Sjósavn og Bónus.

Jóansøkuskrúðgongan verður eisini í kvøld og møta allir luttakarir í seinasta lagi kl 18:30 í Nýggja Skúlagarði. Jóansøkan verður sett kl. 19:00, tá Agnes Mols Mortensen fer at halda røðu. Tvøroyrar Hornorkestur luttekur og setur, sum altíð, sín heilt serliga dám á tiltakið.

Kl. 20:00 er forvitnisligt tiltak í Glasstovuni, tá rithøvundin og fjølmiðlamaðurin Høgni Mohr kemur á gátt. Sanna Dahl fer at práta við Høgna um bøkurnar hann hevur skrivað. Hetta verður ein sera hugnalig løta og lítið er at ivast í, at hittinorðaði vágbingurin fer at hava nógv uppá hjarta. Tiltakið er ókeypis.

Annars er góður tónleikur á skránni, matur, fótbóltur í yngru deildunum, listaframsýningar, útimøti, fjallatúrur og mangt annað á skránni. Sí jóansøkuskránna her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5075&id=7 . Skráin sæst eisini á Sona-appini hjá Føroya Tele.

Mynd: Leivur Nygaard

Facebook viðmerkingar