Nýggir B1 venjarar í Suðuroy

Í vikuni fingu nýggju venjarar B1. venjaraprógv. B1 skeiðið byrjaði í mai og endaði nú í juni.

Seks venjarar frá FC. Suðuroy fingu prógv, og trýggir venjarar frá TB, fingu prógv.

Haraftrat eru nakrir venjarar frá FC. Suðuroy og TB byrjaðir uppá B1, sum er í trimun modulum. Hesi kunnu so taka tey modulini tey mangla, tá B1. verður aftur.

Skeiðið varð hildið í Marghøllini. Sigfríður Clementsen og Jón Pauli Olsen, vóru instruktørar á B1 venjaraskeiðinum.



Facebook viðmerkingar