
Í gjárkvøldið var ein grein hjá Dennis Holm, nevnd ”Útsøgnin hjá Framherja er óseriøs”, á fleiri portalum.
Haldi ikki, at eg nakrantíð havi hitt ella tosað við Dennis Holm.
Men tað er at undrast á, at ein maður, sum bæði er borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum og eisini hevur sitið í nevndum, sum hava við fiskivinnu at gera, skal skriva eina grein, sum so týðiliga vísir, at hann ikki hevur sett seg inn í tingini.
Veit ikki, hvaðani Dennis Holm hevur úttalilsini, sum hann sigur eru frá leiðsluni hjá Framherja, og sum hann enntá nevnir fjákut og óseriøs og eina mystiska trongd til at rópa varskó!
Tað er heilt týðiligt, at Dennis Holm ikki hevur lisið roknskapin hjá Framherja, sjálvt um hann liggur alment frammi. Tí tað, sum hann ”siterar”, er ikki tikið úr roknskapinum og ei heldur úr leiðslufrágreiðingini, sum undirritaði sjálvur hevur skrivað.
Haraftrat eru fleiri aðrir skeivleikar í greinini.
Annars fari eg at ynskja Dennis Holm eina góða jóansøku.
Framherji
Anfinn Olsen, reiðari.
Facebook viðmerkingar