Tað má koma ógvuliga dátt við hjá Suðuroyingum og Nólsoyingum, at Heðin Mortensen saman við Strandferðsluni nú boðar frá, at ferðaseðlaprísirnir nú hækka á hesum leiðum, meðan aðrastaðni í landinum lækka prísirnir.
Fíggjarnevndin samtykti í fjør, at ferðaseðlaprísirnir skuldu lækka munandi hjá teimum ið er búsitandi á oyggj. Niðanfyri sæst hvat fíggjarnevndin og Løgtingið samtyktu í desember 2018.
”Samtykt av fíggjarnevnd og Løgtinginum í desember 2018
Raðfestar verða 2 milliónir krónur, svarandi til 20 prosent lækking av ferðaseðlaprísum hjá teimum, ið búgva á oyggj sum ikki hevur fast samband. Oljuprísirnir eru hækkaðir, og til tess at fyribyrgja at henda hækking fær ávirkan á túratalið hjá Strandfaraskipum Landsins hevur meirilutin eins og landsstýrið í broytingaruppskoti sínum sett av 4 mió. meira til játtan til at gjalda fyri dýrari olju. ”
Nú stendur man eftir við einari løgnari kenslu, Løgtingið hevur samtykt at lækka prísirnar hjá teimum ið er búsitandi á oyggj, meðan Landsstýrismaðurin Heðin Mortensen og hansara ráð gerða tað stikk mótsatta, ið er samtykt av løgtinginum, so her rungar ikki rætt, ella hevur Heðin Mortensen og hansara ráð ikki fylgt við hvat Løgtingið hevur samtykt.
Samgongan hevur støðugt í hesum valskeiðnum arbeitt við, at fáa eitt javnari og meira solidariskt samfelag, har tað skal verða møguligt hjá fólk,i at búsetast ella verða búsitandi í øllum økjum í Føroyum og má bara sigast, at hetta ið nú er fráboðað gongur beint móti tí hugsjón.
Fari at heita á Landsstýrismannin Heðin Mortensen, at virða samtyktina hjá løgtinginum um, at lækka prísirnar hjá fólki, ið ikki hava fast samband til meginøkini við 20% ístaðin fyri at hækka prísirnar hjá fólki ið ikki hava fast samband til meginøkið.
Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður
Facebook viðmerkingar