Enn eitt rán frá kommununum !

Saman við nógvum øðrum unni eg væl pensjónistum meiri pengar at liva fyri – lat ongan iva verða um tað !

Men tá lovað verður pensjónistum, at Samhaldsfastið skal gerast skattafríur, eins og formaðurin í Fólkaflokkinum ger í grein á VP.fo ónsdagin 28. august, so er hetta samstundis ein beinleiðis rokning til føroysku kommunurnar á umleið 100 mió. kr.

Fyri kommunurnar merkir hetta, at tær antin mugu krevja umleið 100 mió. kr. inn í nýggjum skatti frá egnum borgarum, ella mugu kommunurnar skerja tænastur til borgaran og/ella lata verða við at gera íløgur.

Verður kommunuskattaprosentið hækkað, so rakar hetta lutfalsliga meinast tær lægri inntøkurnar, tí kommunuskatturin er flatur (tvs. allir borgarar í somu kommunu rinda sama kommunuskattaprosent), og sostatt teir veikastu borgararnir í landinum.

Rokningarnar, sum verða sendar kommununum, um Samhaldsfastið gerst skattafríur, eru rættiliga stórar. Útfrá 2019 tølum, so er talan um 101 mió. kr., sum verða býttar í mun til talið av pensjónistum í kommununum:

Kommunurnar tilsamans101.000.000 kr.
Fugloyar kommuna101.982 kr.
Viðareiðis kommuna611.889 kr.
Hvannasunds kommuna828.600 kr.
Klaksvíkar kommuna10.606.084 kr.
Kunoyar kommuna242.206 kr.
Fuglafjarðar kommuna3.429.130 kr.
Eysturkommuna3.709.580 kr.
Nes kommuna2.281.838 kr.
Runavíkar kommuna7.776.095 kr.
Sjóvar kommuna2.052.379 kr.
Eiðis kommuna1.351.256 kr.
Sunda kommuna3.161.429 kr.
Tórshavnar kommuna38.549.034 kr.
Kvívíkar kommuna1.338.508 kr.
Vestmanna kommuna3.161.429 kr.
Vága kommuna3.926.291 kr.
Sørvágs kommuna2.524.044 kr.
Skopunar kommuna1.045.311 kr.
Sands kommuna1.465.985 kr.
Skálavíkar kommuna497.160 kr.
Húsavíkar kommuna446.169 kr.
Skúgvoyar kommuna127.477 kr.
Hvalbiar kommuna1.682.696 kr.
Tvøroyrar kommuna4.104.758 kr.
Fámjins kommuna369.683 kr.
Hovs kommuna280.449 kr.
Porkeris kommuna815.853 kr.
Vágs kommuna3.441.878 kr.
Sumbiar kommuna1.070.807 kr.

Sum yvirlitið vísir, so verða kommunurnar í Sandoynni og í Suðuroynni hart raktar, tí tær hava lutfalsliga flestar pensjónistar. Hetta eru frammanundan tey veikastu økini í landinum. Fyri fleiri kommunur í Sandoynni og Suðuroynni er talan um eina rokning uppá umleið 10% av persónsskattinntøkunum hjá kommununum.

So tá Fólkaflokkurin lovar skattalættar til pensjónistar, so er tað eisini ein beinleiðis rokning til allar borgarar í kommununum kring landið, ikki minst til okkum í Suðuroynni, sum eiga umleið 12 mió. kr. av rokningini !


Dennis Holm

Facebook viðmerkingar