Tað gjørdust ikki færri enn fýra persónar, sum fingu heiðurin sum ársins fyrstuhjálpari – ella ársins fyrstuhjálparar – fyri 2019.
Fitt av fólki var komið saman í hølunum hjá Reyða Krossi, tá Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða krossi, seinnapartin í dag kunngjørdi, hvør hevði vunnið heiðurin sum ársins fyrstuhjálparar í 2019.
Beinta Virgarsdóttir, Linda Kjærbo Weihe, Jákup Petur Joensen og Allan Jacobsen tóku øll lut í fyrstuhjálpararbeiðinum, tá ein 53 ára gamal maður 27 desember í fjør fekk ein hjartatilburð í bili sínum í Vági.
Øll fýra komu manninum til hjálpar. Tey fóru beinanvegin undir lívbjargandi fyrstuhjálp, samstundis sum ein teirra boðaði alarmsentralinum frá og fekk útvega hjartastartara, sum var nærhendis.
Fyrstahjálpin helt fram, til sjúkrabilur kom á staðið, og tað var hendan fyrstahjálpin, so hevði bjargað lívinum hjá manninum.
Umframt heiðursbræv frá Reyða krossi fingu teir fýra fyrstuhjálpararnir eisini peningagávu, ið varð handað av Ingun Eiriksdóttir, forstjóra í Betri Trygging.
53 ára gamli maðurin var ikki sjálvur til staðar, tí hann var undir skurði í gjár á Ríkissjúkrahúsinum. Bróðursonur mannin var møttur upp í hansara stað, og hann fekk takkað teimum fýra fyrstuhjálparunum og handaði teimum gávu frá familjuni.
Fleiri vóru í uppskoti til Ársins fyrstuhjálpara, men hóast ikki øll kundu fáa júst tann heiðurin, so vóru heiðursbrøv latin øllum, ið vóru í uppskoti.
Fyrstu heiðursbrøvini vóru latin Rasmus Heinesen og Hera Petursson fyri ta hjálpina, sum teir lótu vinmanninum Jógvani, tá hann var dottin á sjógv í Gøtu í fjør. Jógvan var dottin á sjógv uttan bjargingarvest, og slapp ikki upp á land sjálvur. Teir báðir gjørdu skjótt av, og Rasmus fekk fatur á arminum hjá Jógvani, meðan Heri rann eftir hjálp, so Jógvan kom upp á turt aftur.
Hitt heiðursbrævið var latið til Paula Justinussen fyri at hava útint lívbjargandi fyrstuhjálp á unnustuna, Arnbjørg Torbjarnardóttir, tá hon small um á arbeiðsplássinum Gloym meg ei í Klaksvík.
Arnbjørg Torbjarnardóttir var vorðin illa fyri til arbeiðis og hevði tí ringt eftir unnustanum, Paula, tí hon metti ikki, at hon var før fyri at koyra heim sjálv. Tá Pauli Justinussen kom á arbeiðsplássið, kom róp í, og hann fann Arnbjørg, har hon var smollin um við hjartasteðgi. Pauli Justinussen fór í gongd at veita lívbjargandi fyrstuhjálp, til sjúkrabilur kom á staðið.
Facebook viðmerkingar