Bíbliuvikuskifti í Frelsunarherinum í Vági 7-9 februar

Komandi vikuskifti fær Frelsunarherurin forkunnuga vitjan. Tað verða hjúnini Rut og Peter Baronowsky. Rut og Peter eru úr Svøríki og búgva nærhendis Stockholm. Tey hava arbeitt í nógv ár í Frelsunarherinum, bæði sum leiðarar, lærarar og nú sum vegleiðarar. Tey eru farin um pensiónsaldur, men eru tó enn sera virkin.

Vit eru tí sera glað fyri at tey vilja koma suður til okkum at vitja. Bíbliuvikuskifti undir heitinum ”Blóð og eldur – Trúarlæra Frelsunarhersins”  byrjar við bíbliutíma fríggjakvøldið kl 21.

Leygardagin verða tað bíbliutímar frá kl 12-18. Sunnudagin verður møti kl 11, har ið tey koma at luttaka og m.a ”Orðið á borðið” kemur at syngja.

Sunnudagsskúlin verður kl 12 sum vanligt.

Verið hjartaliga vælkomin.

Frelsunarherurin í Vági  

Facebook viðmerkingar