Tann gloymdi kilometurin

ÚR BLOGGINUM HJÁ JENS RÓA SØRENSEN: Nú arbeiðið við at gera nýggjan tunnil millum Trongisvág og Hvalba gongur við rúkandi ferð, og Articon longu hevur borað væl yvir ein kilometur suður gjøgnum fjallið, fór je at hugsa um, hvussu man verða við landsvegnum vesturi í dalinum – altso, hvussu nógv av nýggjari vegagerð Trongisvágsmegin er tikið við í hesi spennandi verkætlan. 

Je havi spurt meg fyri, og sum skilst er ætlanin at gera nýggjan veg við tveimum farbreytum frá tunnilsmunnanum og út til plantaguna. Tað merkir sosatt, at einki verður gjørt við vegastrekkið frá plantaguni og út móti Trongisvágs bygd. Øll, sum kenna hetta vegastrekkið vita, at strekkið frá elverkinum (umleið) og vestur gjøgnum dalin hevur eina undarliga breidd. Summastaðni er hálvonnur farbreyt, aðrastaðni eru nærum tvær farbreytir, og onkustaðni er bert ein breið farbreyt. Persónbilar kunnu koyra framvið hvørørðum, men frástøðan millum bilarnar gerst minimal, og báðir partar mugu koyra heilt út í vegjaðaran. Er annar bilurin ein størri bilur, so má tann eini parturin víkja av. Undir øllum umstøðum, so er í dag altíð vandi á ferð, tá bilar møtast á hesum strekki. 

Tað tykist undarligt, at tá ið man nú velur at gera nýggjan nýmótans tunnil við fullum dupultum farbreytum, ikki eisini tekur hetta vegastrekkið við upp í verkætlanina, og avgerð at breiðka hendan eina kilometurin frá plantaguni og út til elverkið í Trongisvági. í hesum sambandi er vert at nevna, at tað í dag eru tvær farbreytir allan vegin frá elverkinum og suður til Vágs.

Hvalbiarmegin er sum skilst ætlanin at gera nýggjan veg við tveimum farbreytum heilt heim í bygdina.

Strekkið frá plantaguni og út til elverkið í Trongisvági er bert ein kilometur langt, og uttan at vera serfrøðingur á økinum tykist tað, sum um at strekkið bert tørvar at verða breiðkað ein stóran favn, fyri at gera tvær farbreytir. Eftirsum at øll útgerðin longu er á staðnum í sambandi við tunnilsgerðina, og nokk av gróttilfari er til taks, so átti hendan vegabreiðkingin at verið skjót at gjøgnumført.

Á heimasíðuni hjá Landsverk kann lesast, at í verkætlanini við nýggja Hvalbiartunnilinum er hædd tikin fyri einum komandi Suðuroyartunli, men tað er sum um, at teir hava gloymt hendan (eina!) umrødda kilometurin. 

Haldi at okra tingfólk úr oynni eiga at taka hetta málið upp á rætta politiska stað, og syrgja fyri, at hesin kilometurin frá plantaguni og eystur í Trongisvág verður breiðkaður upp í tvær farbreytir, og at  fáa tað gjørt, meðan Articon longu er her á staðnum við allari útgerðini. Verður hetta ikki gjørt, so verður hesin kilometurin tann einasti av eini 30 kilometrum úr Hvalba suður til Vágs, sum ikki hevur tvær farbreytir og tað er bara meiningsleyst, hugsandi um, tá man samstundis tosar um at fyrireika seg til eina koyrandi suðuroyarfarleið.

Jens Rói Sørensen bloggar her:
http://jrs.fo/

Facebook viðmerkingar