Leygardagin 4. apríl lata trongisvágsingar dyrnar upp heima hjá sær sjálvum í sambandi við tónleikatiltakið Suðurljóð. Tiltakið fór av bakkastokki í fjør fyri fyrstu ferð og eydnaðist avbera væl.
Suðurljóð er eitt tiltak, har smærri bólkar og einstaklingar fara at hava tónleikaframførslur heima hjá privatfólki í hugnaliga býlinginum uppi í Fornarætt í Trongisvági.
Tvørafólk og suðuroyingar sum heild eru kendir fyri sítt gestablíða og skemtingarsama lyndi, og saman við góðum tónleiki verður hetta eitt gott høvi at uppliva Tvøroyri frá síni bestu síðu.
Umleið 18 stovukonsertir verða hildnar í 9 ymsum stovum frá klokkan 19:30 til klokkan 23:30, og atgongumerki, sum kosta 300,- krónur, verða galdandi til allar konsertirnar. Atgongumerkini keypast á www.atgongumerki.fo
Í næstum verða nøvnini á bólkum og einstaklingum kunngjørd.
Suðurljóð er at finna á facebook.com/sudurljod
Facebook viðmerkingar