Heilt nógv fólk høvdu leitað sær í Vágs kirkju seinnapartin sunnudagin, tá Heiðurløta var fyri Niels Petur Nolsøe, sum fylti 75 ár sunnudagin.
Jóannes Nolsøe, undangongumaður í føroyskum kórtónleiki og skilmaður Niels Petur, hevði lagt heiðursløtuna til rættis.
Umframt kórsang frá Kirkjukórinum Ljómi, sum sang sálmar og yrkingar eftir NePtuN / Niels Petur Nolsøe, so var eisini vakur solosangur við Ásgerð Stenberg Olsen, og ikki minst frumframførdi Jóannes Nolsøe orgulverk eftir Sunleif Rasmussen.
Ein sera góð, hugnalig og hátíðarlig løta í Vágs kirkju, har skaldið NePtuN (Niels Petur Nolsøe) fekk virðuliga heiðurløtu, nú hann fór um tey 75 árini.
Facebook viðmerkingar