Altjóða kvinnudagur 2020

Sunnudagin 8. mars er altjóða kvinnudagur. Tað fara Valkyrjurnar at fagna við fyrilestrum, yrkingum, tónleiki og ábiti í Naddoddaneystinum á Tvøroyri kl. 14.

Dagurin fer fyrst at snúgva seg um kvinnur í politikki!

Súsanna Bertholdsen varð vald inn í Tvøroyrar býráð í 2016. Hon fer at greiða frá, hvørjir tankar hon gjørdi sær, áðrenn hon stillaði upp, tá avgerðin var tikin, og hvørjar royndir hon hevur gjørt sær.

Beinta Løwe varð vald á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi við seinasta val. Í november 2018 gav hon út bókina ” Kvinnur í landspolitikki – valrættur í eina øld”. Tað er við henni sum grundarlag, at hon fer at tosa um kvinnur í politikki.

Marin í Dali er lækni, og hon hevur skrivað høvuðsritgerð um keldur hjá ungum til vitan um seksualitet. Marin fer at greiða frá ritgerðini, sum hevur heitið ”Vitan um seksualitet millum ung í Føroyum”.

Rannvá Holm Mortensen gav í 2018 út yrkingasavnið ”Sólsmakkur”. Hon fer at lesa nakrar yrkingar úr nýggjum bókatilfari undir heitinum ”Gloymd Vármjólk”.

Lív Næs hevur við sínum tónleiki og tekstum ríkað okkum altjóða kvinnudagin í fleiri ár, og tað fer hon aftur at gera í ár!

Vit borðreiða eisini við einum góðum bita, og tí vilja vit fegnar, at fólk tekna seg til haldið her á facebook ella á tlf. 287810 (Anna Mortensen).

Kostnaður 150 kr.

Facebook viðmerkingar