
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 25. mai 2020 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri økini niðanfyri.
Uppskotið um broyting av byggisamtyktin liggur til hoyringar her á heimasíðuni hjá Vágs kommunu – og á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðunum. (Mánadag – tórsdag kl. 09.00 – 16.00, fríggjadag kl. 09.00 – 15.00) – til og við týsdagin 16. Juni 2020.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 7. Juli 2020.
Broytingarnar fevna um:
- Broytingar í ásetingunum fyri frílendi, landbúnaðarøki, friðaði øki og ítróttaøki
- Broyting í ásetingunum fyri neystaøki
- Broyting í ásetinunum fyri økispartarnar, byggistig og nettonýtslustig
- Broyting frá frílendi til bústaðarøkið B
- Broyting av byggisamtykt í samband við vegføring frá Toftabrekku og úteftir, í Høgabø, og í Brekkubø
Facebook viðmerkingar