4. umfar í Betrideildini er á skrá ónskvøldið og tórskvøldið. TB tekur á heimavølli við Stórá ímóti oddaliðnum B36, sum hevur fult stigatal eftir 3 tey fyrstu umførini. TB hevur hinvegin tapt teir fyrstu tríggjar dystirnar, so tað verða helst “svangir” TB-leikarar, sum fara á vøllin í kvøld at stríðast fyri at fáa fyrstu stigini til hølvdar.
Dysturin TB-B36 verður kl. 19 við Stórá.
Facebook viðmerkingar