Landsstýrið fer nú at fáa Føroyar meira upp í ferð. Hetta verður gjørt við at linka um tilmælini til ferðafólk og við at lata landið meira upp mótvegis umheiminum.
Umframt ferðafólk, ið longu nú kunnu koma til landið úr Danmark og Grønlandi, verður frá 15. juni latið upp mótvegis Íslandi. Í tíðarskeiðinum fram til 15. juni fer landsstýrið at leggja ætlanir fyri, hvussu hetta best verður skipað í praksis fyri hesi trý londini, m.a. við greiðum atferðarreglum, styttri og lagaligari sóttarhaldstíð og fleiri kanningum. Boðað verður frá hesum nýggju fyrivarnisreglunum, so skjótt tær eru klárar.
Tað verður tó framvegis hildið fast við ávísum avmarkingum í landinum.
Tónleikafestivalar
Tað verður framvegis hildið fast við tilmælið um, at eingin tónleikafestivalur verður fyribils. Hetta tilmælið verður galdandi til 31. august 2020. Nærri boð verða givin, so skjótt umstøðurnar eru til tað.
Festivalfyrireikarar kunnu fáa endurgjald fyri fíggjarligan miss eftir nøkulunda somu meginreglum, sum verða nýttar til vinnuna. Les meira um hjálparpakka 3, sum eisini varð kunngjørdur á tíðindafundinum, her.
Summarstevnur
Til ber at skipa fyri summarstevnum undir skipaðum umstøðum. Koronaráðgevingin veitir hjálp og vegleiðing um, hvussu farast kann fram í praksis
Skeinki- og dansistøð
Tað verður framvegis hildið at vera skilabest at skeinki- og dansistøð steingja eitt ávíst tíðspunkt. Tá tað hava verið trupulleikar hesum viðvíkjandi, kannar landsstýrið í løtuni, hvussu heimild kann útvegast til at seta krøv fyri um neyðugt at kunna avmarka m.a. hetta virksemið.
Atferðartilmæli
Landsstýrið heldur fast við tilmælið um frástøðu uppá minst 1 metur. Eisini verður hildið fast við, at í mesta lagi 100 fólk eiga at vera savnað.
Tað verður enn heitt á øll um at vaska og spritta hendur og halda frástøðu. Fylgja vit framvegis atferðartilmælunum, tá eru vit øll nógv betri vard, um smittan skuldi brotið út aftur.
Facebook viðmerkingar