FC Suðuroy vann ein tryggan 3-0 sigur á útivølli við Stórá ímóti TB seinnapartin leygardagin. John Marni Lindenskov legði tíðliga í dystinum FC Suðuroy farum 1-0. Heri Kjærbo gjørdi tað til 2-0 í 33. minutti og var hetta eisini hálvleiksstøðan. Í 71. minutti gjørdi Ari K. Poulsen tað til 3-0, sum eisini var endaliga støðan.
Royn var leygardagin á útivølli ímóti NSÍ og tapti dystin 5-1. Tað var annars Royn sum legði seg á odda tá 16 minuttir vóru farnir og var tað Kristin Oluf Muller sum gjørdi málið. NSÍ javnaði og legð seg framum áðrenn hálvleik og í seinna hálvleiki fekk NSÍ so 3 mál afturat.
Støðan í 2. Deild er hendan:
Facebook viðmerkingar