Nú tað er greitt, at Korona-tilmælini fyri summarið ikki verða broytt og tað verður frámælt at hava størri tiltøk, stevnur og festivalar, so eru vit tíverri noydd at boða frá, at ongin Dansibandsfestivalur verður í 2020.
Dansibandsfestivalur verður tó aftur í Vági vikuskiftið 30. apríl – 1. mai 2021.
Vit eru sera fegin um tann stóra áhugan fyri Dansibandsfestivalinum og greitt er eisini, at Dansibandsfestivalurin 2020 skuldi verða tann størsti nakrantíð. Kampingplássið var útselt og forsølan av vikuskiftispassum hevur ongantíð verið so góð – og skráin við bestu dansibandsorkestrunum úr Norra og Føroyum borgaði fyri góðsku og upplivingum fyri lívið.
Tær upplivingarnar eru nú útsettar til 2021 – og vit gleða okkum at taka ímóti festivalgestum um mánaðarskifti apríl-mai 2021.
Kunnu flyta atgongumerkini til 2021 – ella fáa pengarnar aftur!
Nú Dansibandsfestivalurin 2020 er avlýstur kunnu tey nógvu, sum hava keypt vikuskiftispass, velja at flyta vikuskiftispassið til 2021. Eisini kunnu tey, sum hava bílagt og goldið fyri kampingpláss flyta teirra bílegging til 2021.
Vit vóna, at tey flestu taka av møguleikanum at flyta vikuskiftispassini og bíleggingarnar av kampingplássinum til 2021.
Ynskja fólk hinvegin at fáa peningin afturgoldnan, so ber til at fáa gjaldið fyri vikuskiftispassið endurgoldið (tó undantikið avgreiðslugjaldið á 20,- kr.). Fólk kunnu eisini fáa endurgoldið gjaldið fyri kampingpláss (tøk kampingpláss verða boðin teimum, sum eru á bíðilista).
Tey, sum ynskja peningin endurgoldnan, kunnu venda sær til Hans Jacob Hjelm umvegis teldupost: hansjacobhjelm@yahoo.com – og uppgeva navn, bústað og konto-nummar, har peningurin skal flytast aftur á.
Tey, sum ikki venda sær til okkara við fráboðan um at fáa peningin endurgoldnan, verða skrásett sum luttakarar í Dansibandsfestivalinum 2021.
Dansibandsfestivalurin í Vági
Facebook viðmerkingar