Tvøroyrar kommuna: Á býráðsfundinum ónskvøldið 17. juni 2020 bleiv roknskapurin hjá Tvøroyrar kommunu fyri árið 2019 viðgjørdur og samtyktur.
Fíggjarliga gongdin:Inntøkurnar hjá kommununi í 2019 eru á 86.5 mió kr. og eru nakað hægri enn undanfarna ár 2018, tá tær vóru 85,5 mió. kr. Hækkingin er á 1,2%.
Samlaði raksturin hjá kommununi í 2019 er 68.8 mió. kr., og er nakað hægri enn undanfarna ár, tá hann var 65.4 mió. kr. Hækkingin er á 5,3%.
Á íløgusíðuni hevur kommunan nýtt 38.3 mió. kr. í 2019 samanborið við 11.1 mió. kr. í 2018. Løgur hava serliga verið gjørdar á økjunum: Kommunufyrisitingin 776 tkr., Spælipláss 1.019 tkr., Barnagarðurin 15.606 tkr., Fólkaskúlin 1.543 tkr., Umsiting og røkt av fastognum 4.704 tkr., Vatnveiting 4.575 tkr., Kloakkir 847 tkr., Vegir 3.856 tkr., Sløkkiliðið 1.923 tkr., Tvøroyrar havn 1.382 tkr. og Bátahavnin 1.211 tkr.
Samanbering av roknskapi við fíggjarætlan: Ársroknskapurin fyri 2019 vísir eitt hall á -20.7 mió. kr., og ein nettomun millum fíggjarætlan og roknskap á -3.6 mió. kr.
Játtan og nýtsla: Tvøroyrar kommuna hevði avsett á fíggjarætlanini 18,5 mió. kr. til raksturin av Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, men raksturin bleiv ístaðin 21,8 mió. kr. Barnaansingarøkið kostaði í rakstur 11 mió. kr. meðan 15,6 mío. kr. var avsett til íløgur.
Skuld: Langfreistaða skuldin var pr. 31.12.2019 -52 mió. kr., og var niðurrindað við 3,4 mió. kr.
Facebook viðmerkingar