Í dag, 1. oktober 2020, eru tað 100 ár síðani at Hovs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna, tá kommuna fór burturúr Porkeris og Nes-Porkeris sókn, og gjørist sjálvstøðug kommuna og sókn.
Eins og skjølini niðanfyri vísa, so vóru tað greiðar ásetingar um hvussu sundurskiljingin skuldi fremjast og hvørjar ábyrgdir skuldu liggja hjá hvørjari kommunu.
Korona-støðan førdi við sær, at 100 ára dagurin í Hovi varð hildin heldur annarleiðis. Tí Hovs kommuna hevur í dag givið hvørjum húski eina lagkøku, umframt at allir borgarar fingu eitt gávukort á 3-rættir.
Facebook viðmerkingar