Kunngerð um vallistar vil kommunuvalið

Vágs kommuna: Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til kommunuvalið 10. november liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá 5. oktober til 16. oktober 2020 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða sent býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá íð valt verður.

Vágur tann 2. oktober 2020

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar