Ásla Dahl Joensen var fødd 21. nov. 1930 á Frederiksberg í Keypmannahavn. Foreldrini vóru Else Elenora Johanne Seitzberg og Rudolf Dahl. Ásla var elst av 8 systkjum. Bert sjey-ára-gomul kom hon saman viꝺ tveimum av hennaru yngri systkjum til Føroyar, og tey vuksu upp í Vági i heiminum hjá Helenu Dahl og Magnus Dahl á Gørꝺunum.
Je hitti Áslu seinnapartin, tann dagin hon fyllir 90 ár. Àsla er í bláari blusu vid blómumynstri. Stovan hjá henni er prýdd vid blómum í øllum litum og hugtakandi vøkrum dekoratiónum, og á borꝺinum stendur sjokoláta og konfekt.
Hjartaliga tillukku viꝺ degnum, Ásla !
Hon biꝺur meg sessast og bjóꝺar mær konfekt.
Je spyrji hana, hvussu hon kennir seg hendan dagin.
Hon sigur seg hava havt ein frálíka góꝺan dag.
Saman viꝺ familjuni hevur hon veriꝺ til ein góꝺan døgverꝺa, og síꝺan til stórt borꝺ viꝺ kaffi og kakao og leskiligum køkum – bæꝺi lagkøku, kringlu og kransakøku.
Ásla, hví komst tú til Føroyar?
“Eg misti mammu mína. Eg var 7- ára-gomul, og abbin, Magnus Dahl, vildi hava, at eg og tey bæꝺi yngri systkini hjá mær, sum vóru 5 ár og 3 ár skuldu koma til Føroyar at búgva hjá sær og konu síni, Helenu-ommuni”.
“Tíðirnar vóru óvissar í Danmark í 1937. Grannalandi, Týskland, var ikki til at lýta á, og í 1940 varꝺ Danmark hertikiꝺ av týskarunum”.
“Okur sóu ikki pápa okkara aftur fyrr enn eftir 2. Veraldarbardaga”, sigur hon stillisliga.
Í Vági í Suduroy gekk hon í skúla, og her tók hon preliminerprógv. Hon arbeiddi eina tíꝺ á skrivstovuni hjá A/S J. Dahl Gørdum og fór sídan til Keypmannahavnar á Niels Brock at taka handilsskúlaprógv. Eftir lokid prógv í 1954 var hon eitt stutt tídarskeiꝺ í starvi í Bridport í Onglandi og fór síꝺani aftur at starvast á skrivstovuni hjá A/S J. Dahl Gørꝺum.
Tá vóru nógv skip og nógvur fiskahandil viꝺ suꝺurlond; á kantórinum sótu tey ofta og skrivaꝺu til langt út á kvøldarnar.
“Tá iꝺ taꝺ bleiv alt ov seint, ringdi abbin og segꝺi, at han hevꝺi veriꝺ í hjallinum”, sigur hon og flennir eitt sindur.
“Hví segꝺi hann tad ?”
”Jú soleiꝺis var hann… hann vildi, at eg skuldi koma heim, og sum ekstra løn var okkurt gott á borꝺinum”.
Í 70- árunum fekk Ásla bjóꝺa starv í Suduroyar Sparikassa. Her starvaꝺist hon eisini sum stjóri í fleiri ár, og hon fór ikki úr hesum starvi fyrr enn hon fekk farloyvi.
Í 90- árunum fekk hon sær egnan handil, Gávubúꝺina á Eiꝺisvegi í Vági.
Flestu Vágbingar minnast óiva enn ta fittu Gávubúꝺina, sum viꝺ leikum og ymsum øꝺrum var stúgvandi full, og Áslu, sum sat viꝺ diskin og bant hosir.
“Mær dámdi væl at práta viꝺ fólk,… í starvi í Suꝺuroyar Sparikassa var vanligt at práta viꝺ kundarnir”.
Ásla starvaꝺist í 24 ár í Gávubúꝺini. Hon var 86 – ára-gomul, tá iꝺ hon legꝺi frá sær og fór at njóta sít otium.
Àsla var gift viꝺ Julian Joensen, sum í umleiꝺ 28 ár starvaꝺist á skrivstovuni hjá A/S J. Dahl Gørꝺum og sum í 70-árunum sat har sum stjóri. Ásla og Julian fingu trý børn. Tveir dreingir og eina gentu. Julian og dreingirnir hevur Ásla ikke meira. Julian misti hon í 1992, Eyꝺun í 2002 og Jón í 2014.
“Sært tú øll tey vøkru blomstrini, dekoratiónirnar … og hygg her allar tær nógvu gávurnar og heilsurnar, eg havi fingiꝺ… taꝺ eru so mong, sum vilja gleꝺa meg á mínum runda degi.”, sigur hon takksom og leggur smílandi aftrat: “eg kenni meg rætt sum eina prinsessu”.
Soleiðis práta okur meꝺan skýmingin legst yvir Vágsbygd, og dagurin kemur at enda.
Facebook viðmerkingar