Í gjár var hátíðarløta í Vági, tá næmingaheimið varð handað Ítróttaháskúlanum. Sostatt kunnu næmingarnar, sum byrja á várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum eisini flyta inn í framúr góðu umstøðurnar á nýggja næmingaheiminum.
Tað var annars í apríl 2019 at spakin varð settur í og gongd kom á byggjaríið eftir summarfrítíðina í 2019. Sum verða man, so hevur byggjaríið verið nakað darvað av korona-støðuni, men sambært tíðarætlanini var frá byrjan ætlanin, at næmingaheimið skuldi takast í brúk til várskeiðið 2021.
Tað er Mayfinn Norðoy arktitektur, sum hevur teknað heimið. Bústaðir hevur latið byggja og tað er byggifyritøkan Norcon, sum hevur bygt næmingaheimið.
Á næmingaheiminum eru pláss fyri 48 næmingum og tað verða eisini 48 næmingar, sum byrjað á várskeiðnum hjá Ítróttaháskúlanum nú í januar.
Niðanfyri eru nakrar myndir.
Facebook viðmerkingar