Lær at brúka Facebook og Instagram til at marknaðarføra tína fyritøku. 🚀 Enn er pláss eftir á skeiðinum, sum verður fríggjadagin á Fjarlestrardeplinum í Vági kl. 9-16.
Talan er er praktiskt heildagsskeið. Tú hevur tína egnu teldu við og fært frálæru og vegleiðing í hvussu tú best brúkar Facebook/Instagram sum lýsingarpallar fyri tína fyritøku.
Tú lærir at gera eina góða lýsing, raka rætta málbólkin, eftirmeta hvat riggar, tilrættisleggja títt innihald og seta upp størri lýsingarátøk. Vit hyggja eftir muninum millum at boosta og at brúka Facebook Ads Manager.
Alt í alt fært tú ein góðan amboðskassa til títt arbeiði við at marknaðarføra tína fyritøku á Facebook og Instagram. 🛠
Undirvísari er Jákup Brúsá, ið seinastu 7 árini hevur ráðgivið og undirvíst 100+ føroyskum fyritøkum í effektivari marknaðarførslu á netinum.
Kostnaður er 2500 kr u/MVG fyri allan dagin. Døgurði og kaffi er íroknað.
Tilmelding her https://bit.ly/3tT3m9W
Facebook viðmerkingar