Uppgávurnar verða í høvuðsheitum at taka ellinjur niður í sambandi við, at elnetið í Suðuroy verður kaðallagt.
Vit sóknast eftir fólki, sum trívast væl við at arbeiða úti í náttúruni, og sum eru hampuliga væl fyri kropsliga. Koyrikort er ein fyrimunur, men ikki krav.
Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8 – 16 í tíðarbilinum frá 1. juli til hálvan august.
Arbeiðsstaðurin er Suðuroyggin, ofta í haganum. Hevur tú spurningar ella vil vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Otto West á tlf. 225513.
Umsóknin skal sendast til starv@sev.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. juni 2021.
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 ársverk eru í starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni, vindi og sól. SEV er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.
Facebook viðmerkingar