Sethús brunnu í grund í Sandvík

Seinnapartin varð boðað frá eldi í sethúsum í Sandvík. Sethúsin brunnu í grund og eldur kom eisini í tveir bilar, sum stóðu við húsini. Ongin fólkaskaði stóðst av eldsbrunanum.

Umframt sløkkiliðið av Tvøroyri, so varð sløkkiliðið í Vági eisini boðsent fyri at basa eldinum.

Facebook viðmerkingar