Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu. 

3687 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar – fyri uttan 53 kanningar –  eru liðugt greinaðar. 

Tilsamans eru nú gjørdar 267.795 kanningar.

694 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir.

Facebook viðmerkingar