Endurnýtsluhandlin í Vági 10 ár

Fríggjadagin 28. mai eru tað 10 ár síðani at Reyði Krossur lat upp endurnýtsluhandil í Vági. Í dag heldur endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi til á Gørðunum í Vági

Í samband við 10 ára føðingardagin verður hátíðarhald og hendan dagin verður øll vøra hálvan prís.

Skráin fyri dagin er hendan:
Kl. 14.00 Reyði Krossur bjóðar kaffi/te og lagkøku í cafe´ini á Savninum á Gørðunum
Kl. 16.00 Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, sigur nøkur orð.
Kl. 17.00 Dagfinnur og Hjalmar spæla

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar